Test of FAITH

Sjúrður Hammer
August 1st, 2009 undir Film, Leinkjur, Tilfar, Tíðindi.

Test of FAITH er eitt nýtt átak ið The Faraday Insititute stendur fyri. Test of FAITH er ein virðisløntur dokumentarfilmur ið hevur samrøður við ymisk høgt vird náttúruvísindafólk. Filmurin er ætlaður at kunnað fólk ið ikki annars hava eina bakgrund innan náttúruvísind ella gudfrøði, um teir spurningar ið ofta stinga seg upp í kjaki ímillum trúgv og náttúruvísindi. Nøkur dømi eru: aldurin á universinum, menningarlæran, biotøkni, kloning og umhvørvistrupulleikar.

Filmurin er í trimum brotum, og er skipaður soleiðis at tað kann gjøgnumgangast sum eitt skeið uppá nakrar dagar. Dialogos hevur fingið hendur á filminum og ymiskum spennandi eykatilfari, og ætlandi kunnu vit vónandi hava skeið í Test of FAITH tilfarinum í heyst einaferð. Um hetta hevur tín áhuga, lat okkum so frætta skjótast gjørligt, so vit fáa tillaga tilfar og annað til tørvin. Ongin bindandi tilmelding verður enn, men tað hevði verið gott at vita nøkunlunda um áhugan.

Meir kann fáast at vita um Test of FAITH á heimasíðuni www.testoffaith.com



5 Comments »

  1. Hetta ljóðar sera spennandi – tað hevur absolut mín áhuga. Eg hopi, at skeiðið verður til veruleika.

    Comment by Katrin Hovland — 08/08/2009 @ 13:58

  2. Tit hava prógva, at tit duga at skipa fyri einum góðun tiltaki. Eg meldi meg í hvussu so er til hatta skeiði, so skjótt sum til ber at melda seg!

    Comment by T.K — 11/08/2009 @ 00:50

  3. Havi ikki sæð trailarin fyrr enn nu – man ikki, hatta virkar spennandi! Don’t keep us waiting too long, skipið fyri skeiðinum so skjótt sum tit meta, at tað verður nokk undurtøkað til tað!

    Comment by Katrin Hovland — 11/08/2009 @ 12:22

  4. Tað verður í fyrsta lagið í oktober, so tit mugu brynja tykkum við toli.

    Comment by Sjúrður Hammer — 11/08/2009 @ 13:32

  5. ljóðar sera áhugavert….

    Comment by Bjartur F. Johannesen — 25/12/2009 @ 16:13

RSS feed for comments on this post. TrackBack URL

Leave a comment